- Tíðindi, mentan og ítróttur
SÍ steypavinnari
Steypið er komið aftur til Sørvágs.
Triðja árið á rað møttust ÍF og SÍ í steypafinaluni hjá monnum. ÍF vann bæði í 2013 og í 2014.
Men í ár áttu sørvingar tørn.
ÍF vann fyrsta settið, og teir vóru eisini odda við fimm stigum í øðrum setti, men tað eydnaðist SÍ at venda tí og vinna tað 26-24.
Hetta varð rættiliga avgerandi fyri dystargongdina, tí hetta gav SÍ trúnna uppá, at tað bar til.
SÍ kom eisini á odda 2-1 í settum, men ÍF javnaði til 2-2.
Fimta settið hevði allan tann dramatikkin, sum ein flogbóltsáskoðari kann ynskja sær. Spenningurin helt sær allan vegin.
Endin var tó, at SÍ vann 15-13.
Hetta er fimtu ferð, at SÍ vinnur steypakappingina hjá monnum.
Eftir dystin blivu bestu leikararnir heiðraðir. Boban Ilic varð valdur til besta leikara hjá ÍF, og John Olivar Edvardsson varð valdur til besta leikara hjá SÍ.
Framtíðin sær bjørt út hjá SÍ, tí felagið er væl umboðað í ungdómsfinalunum sum verða í morgin.
SÍ er við hesum finalum: Gentur 14, dreingir 14, gentur 16, dreingir 16 og í mannsunglingum.
ÍF - SÍ 2-3 (25-20, 24-26, 20-25, 25-19, 13-15)