Løgmaður avhoyrdur um Eysturoyartunnilin í dag

bannari
Løgmaður avhoyrdur um Eysturoyartunnilin í dag
Verður spurdur um ábyrgd landsstýrisins og stýrisskipanina, millum annað um eftirlitið við Kára P. Højgaard
Kaj Leo Holm Johannesen hevur tvíhildið um, at hann einki skeivt gjørdi í tunnilsmálinum
 
29.08.2014 - 07:50

Hevur løgmaður brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins og stýrisskipanarlógina?

Í dag fara Hans Gammeltoft-Hansen og hansara fólk at avhoyra Kaj Leo Holm Johannesen um hansara lut í tunnilsmálinum.

Sambært arbeiðssetninginum, sum Landsstýrismálanevndin orðaði, skal kanningarstjórin kanna lutin hjá løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin.

Endamálið við tí er at fáa greiðu á, um løgmaður hevur givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um málið, ella um hann hevur tagt við upplýsingum, sum løgtingið átti at fingið.

Eisini vil Landsstýrismálanevndin hava at vita, um løgmaður hevur hildið sína eftirlitsskyldu, - tað er, um hann ansaði nóg væl eftir, hvat Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, gjørdi í málinum um privata Eysturoyartunnilin. 

Sambært stýrisskipanarlógini hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Sigmund Poulsen, advokatur, er hjáseti hjá løgmanni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. februar
Kallið: "Eg varnaðist, at deyðin var har".
188104
Leygardag 22. februar
Jambalaja - 220225
188155
Leygardag 22. februar
Upp á tá - 210225
188152
Leygardag 22. februar
Vikan 22. februar 2025
188150
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151