Føroyar vunnu á øllum

Føroyar vunnu á øllum
Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið vann allar tríggjar dystirnar í EM-undankappingini. Í dag vunnu Føroyar á Liktenstein
Mynd: fbf.fo  
 
08.06.2014 - 22:31

Undan dystinum móti Liktenstein var longu greitt, at føroysku kvinnurnar høvdu spælt seg víðari til EM-endaspælið fyri smátjóðir.

Føroysku kvinnurnar vildu tó vísa, at tað var eingin ivi um, hvat var sterkasta landið í bólkinum.

Føroyar vunnu 3-1 á Liktenstein í dag. Settúrslitini vóru 25-17, 19-25, 25-14 og 25-14.

Føroysku kvinnurnar vunnu allar sínar dystir, og tær skulu næsta ár spæla í EM-endaspæli fyri smátjóðir, sum verður í Liktenstein.

 

Úrslit:

Føroyar - Luksemburg 3-1

Føroyar - Ísland 3-0

Føroyar - Liktenstein 3-1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454