Birgit og Sofía uttan nakað felag

Birgit og Sofía uttan nakað felag
Frederiksberg Volley, sum er felagið hjá Sofíu Purkhús og Birgit Guttesen, er farið á heysin
 
08.04.2014 - 13:00

Føroysku landsliðsleikararnir í flogbólti, Sofía Purkhús og Birgit Guttesen, mugu helst finna sær nýtt felag at spæla fyri

Frederiksberg Volley skrivar á heimasíðuni í dag, at felagið er farið á húsagang. Tað hevur við sær, at felagið skal í næstbestu deildina at spæla.

Birgit Guttesen og Sofía Purkhús hava annars havt eitt gott kappingarár í Frederiksberg Volley.

Felagið kom í steypafinaluna, og var leingi við í stríðnum um danmarkarmeistaraheitið, men endaði á fjórða plássi.

Kenna ikki framtíðina

Í løtuni vita tær báðar ikki, hvussu verður í komandi kappingarárið, men tær umhugsa, at fara til Amager Volley, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark.

Sofía Purkhús sigur við kvf.fo, at tað er lítið lokkandi at halda fram í Frederiksberg Volley, um felagið ikki heldur fram í bestu deildini, og tað er greitt, at tað ger tað ikki.

Tað er meiri lokkandi at fara til Amager Volley, og royna at fáa tað felagið upp í bestu deildina. Har eru fleiri góðir føroyskir spælarar, og tað hevði verið áhugavert at roynt seg har, sigur Sofía Purkhús.

 

Føroysk innrás á Amager

Í løtuni eru fýra føroyskir leikarar í Amager Volley. Tær eru Eina Kalsø (Mjølnir), Elisabeth Purkhús (Mjølnir), Elsa Sandberg (Dráttur) og Ella Joensen (KÍF).

Sostatt verða tað heili seks føroyskir leikarar á Amager Volley liðnum, um Sofía og Birgit gera av at fara har at spæla.

Sofía Purkhús sigur tó við kvf.fo, at enn er eingin avgerð tikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk: Oliver Philipps um Shells
189855
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454