ÍF steypavinnari

ÍF steypavinnari
ÍF er aftur í ár steypavinnari í flogbólti
Annað árið á rað er ÍF steypavinnari
 
15.02.2014 - 17:14

ÍF vann sannførandi á SÍ í finaluni. Dysturin endaði 3-0. Settúrslitini: 25-21, 25-14, 25-19.

Fyrsta settið byrjaði við at liðini skiftust um at fáa stig. Men tá settið var hálvrunnið var Jón Joensen hjá SÍ óheppin, tá hann fekk skaða í fótin. Hetta tók broddin av álopsspælinum hjá SÍ.

Jón Joensen kom ongantíð inn aftur og í øðrum setti bleiv tað upp aftur verri hjá SÍ, tí tá bleiv Rajko Petrovic skaddur, og hann kom heldur ikki inn aftur.

SÍ stríddist tó víðari, og var leingi á odda í triðja setti. ÍF hevði tó væl størri dygdir á sínum liði, og tá veruliga stóð á, megnaðu teir eisini at venda triðja setti.

Hetta er annað árið á rað, at ÍF er steypavinnari hjá monnum.

Boban Ilic bleiv valdur til dagsins leikara hjá ÍF, og Ólavur Jensen varð valdur til besta leikara hjá SÍ.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109