Norðmaður heimsmeistari í talvi

Norðmaður heimsmeistari í talvi
Seinast talið endaði javnt, og tað var nóg mikið hjá Magnusi Carlsen at gerast heimsmeistari
 
22.11.2013 - 14:33

Noreg hevur fingið ein heimsmeistara í talvi.

Í dag hava Magnus Carlsen og Vishi Anand telvað 10. talvið í heimsmeistarakappingini í Chennai í India. Eftir at Magnus Carlsen vann 9. talvið í gjár, skuldi hann bara hava eitt hálvt stig afturat fyri at kunna gerast heimsmeistari. Og tað fekk hann í dag.

Talvið gjørdist drúgt, og eftir 65 leikir endaði tað javnt, tá øll fólkini á borðinum uttan kongarnir báðir, vórðu offrað. Sostatt endaði talvið javnt - remis - og harvið kundi 22 ára gamli Magnus Carlsen heiðrast sum nýggjur heimsmeistari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881