Lond snýta í PISA-kanningini

Lond snýta í PISA-kanningini
Í fleiri lond venja skúlar næmingarnir til Pisa próvtøkurnar, fyri at skúlarnir og londini skulu klára seg væl samanlagt við onnur lond
 
15.11.2013 - 09:59

Tað stendur at lesa í einari enn ikki almannakunngjørdari frágreiðing, sum Jørg Blasius, granskari í lærda og háskúlanum í Bonn og aðrir granskarar hava skrivað.

Granskararnir hava heilt ítøkiliga funnið óreglusemi í úrslitunum og svarskrivunum, sum fleiri lond hava sent inn.

Til dømis er illgruni um at svarskriv frá dugnaligum næmingum eru margfaldað og send inn til myndugleikarnar.

Granskararnir hava funnið fleiri eins svaraðar próvtøkur.

 

Politiskt amboð

Sambært granskarunum er tað sannlíkt, at Arabisku emiratini, Slovenia og Italia hava snýtt við Pisakanningunum.

OECD hevur sett eina kanning í verk fyri vita, um pástandurin hjá granskarunum passar, men fyribils við OECD ikki vátta illgrunan.

Pisakanningarnar er eitt týdningarmikið politisk amboð, og úrslitini verða brúkt til at skipa fólkaskúlar og fólkaskúlapolitikkin í londunum.

 

Føroyskir næmingar framgongd

Úrsltini hjá føroysku næmingunum í Pisakanningini í 2009 vístu, at týðilig framstig eru hend síðani PISA kanningina í 2006.

Men at Føroyar framvegis liggja væl aftanfyri hini Norðurlondini, og av øllum londum í PISA 2009 liggja Føroyar í niðasta triðinginum.

Pisakanningarnar hava frá fyrsta degi av verið fyri atfinningum. Og illgrunin um snýt váttar óttan, sum mong høvdu undan fyrstu Pisakanningunum í 2006.

Tá var av fleiri ført fram, at Pisakanningarnar ikki fóru at elva til gløggari næmingar og betri skúlar, men heldur til eina kapping um besta Pisaúrslitið.

Formaður í danska lærarafelagnum, Anders Bondo Christensen, mælir til farið verður frá Pisakanningunum aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881