4460 deyð eftir ódnina Haiyan

4460 deyð eftir ódnina Haiyan
Myndugleikarnir á Filipsoyggjunum siga, at talið av deyðum er 3621. ST væntar talið er hægri
Mynd: Kenneth Johansson  
 
15.11.2013 - 13:44

Smáir glottar eru at hóma eina viku eftir, at ódnin Haiyan herjaði Filipsoyggjarnar. Matur og onnur neyðhjálp byrjar spakuliga at koma út til tey, ið yvirlivdu.

Men hjálparfelagsskapir siga, at umstøðurnar at fáa neyðhjálpina út til fólk eru sera truplar, tí vegir og annað samferðsluamboð eru oyðiløgd.

ST og lokalu myndugleikarnir á Filipsoyggjunum eru ikki á einum máli um, hvussu nógv fólk lótu lív í ódnini. Meðan lokalu myndugleikarnir hava sagt, at talið er 3621, so væntar ST at talið er 4460. Og umboð fyri ST vænta, at talið fer at hækka. 

 

Kelda: bbc.com

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881