Norðuratlantiska húsið letur upp leygardagin

Norðuratlantiska húsið letur upp leygardagin
Húsið í Odense er bygt eftir íslendskum, føroyskum og grønlenskum ynski
 
04.11.2013 - 15:45

Føryingar, íslendingar og grønlendingar fáa nú sítt egna hús í Odense í Danmark.

Leygardagin verður nýggja Norðatlantiska Húsið í Odense tikið í nýtslu, og skipað verður fyri stórum hátíðarhaldi.

Arbeiðið at byggja húsið byrjaði í august í fjør, og leygardagin verður húsið tikið alment í nýtslu. Tað stendur á havnalagnum í Odense.

Bygt eftir ynski

Steen Møller, sum er formaður í mentunarnevndini í Odense kommunu, og eisini formaður í nevndini fyri húsið, sigur, at húsið er bygt eftir ynski frá teimum íslendingum, føroyingum og grønlendingum sum búgva á Fyn. Húsið gevur samstundis dønum høvi at síggja mentan sum bindur Føroyar, Ísland og Grønland saman.

Tá húsið letur upp leygardagin verður m.a. málningaframsýning við kendum listaverkum úr norðuratlantshavi, og eitt stórt manskór fer at syngja føroyskar, íslendskar pg grønlendskar sangir. Føroyskur dansur verður eisini á skránni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881