Mursi kann verða dømdur til deyða

Mursi kann verða dømdur til deyða
Fyrsti fólkavaldi forsetin í Egyptalandi situr nú á ákærubonkinum
 
04.11.2013 - 07:54

Frákoyrdi forsetin í Egyptalandi, Mohammed Mursi, kann fáa deyðarevsing, nú rættarmálið móti honum byrjar í dag.

Mursi er ákærdur fyri at hava eggjað til at drepa mótmælisfólk, sum skipaðu fyri mótmælistiltøkum ímóti honum í fjør. Fleiri ráðgevarar og embætisfólk úr islamsku rørsluni, Muslimska Brøðralagnum, har Mursi hevur sínar røtur, sita eisini á ákærubonkinum í dag.

Fyrsti fólkavaldi forseti

Mohammed Mursi varð í fjørsummar valdur til forseta, og hann var samstundis tann fyrsti fólkavaldi forsetin í Egyptalandi. Hann varð valdur, eftir at einaræðisharrin, Hosni Mubarak, í mong ár hevði sitið við valdið. Mubarak varð koyrdur frá í 2011.

Mursi fekk eitt ár í embætinum, og so rak herurin hann frá valdinum aftur. Tað eydnaðist honum ikki at savna landið, og fólk, sum høvdu væntað betri fíggjarlig kor, gjørdust vónbrotin og fóru at mótmæla. 3. juli í ár varð Mursi koyrdur frá.

Nú rættarmálið byrjar í Kairo í dag vænta tey mótmælistiltøk. 20.000 politistar eru bidnir at at vera á varðhaldi nærindis rættarbygninginum í sunnara partinum av Kairo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881