Flogvanlukka í Mekong-ánni kravt 44 mannalív

Flogvanlukka í Mekong-ánni kravt 44 mannalív
Millum ferðafólkini eru í minsta lagi sjey fraklendingar og fimm teilendingar
Tað var eitt flogfar av hesum slagnum, ATR 72, sum datt niður í Mekong-ánna
 
16.10.2013 - 15:43

Ein flogvanlukka í Laos hevur kravt 44 mannalív. Millum ferðafólkini vóru í minsta lagi sjey fraklendingar og fimm teilendingar, skrivar franska tíðindastovan, AFP.

Vanlukkan hendi, tá eitt ínnanríkisflogfar hjá Lao Airlines í Laos, sum var á veg úr høvuðsstaðnum Vientiane, datt niður í Mekong-ánna nærindis Pakse, á markinum millum Teiland og Kambodja. Øll 44 fólkini, sum vóru í flogfarinum, doyðu.

Eigur 14 flogfør

Í Pakse er ein floghavn, sum avgreiðir ferðafólki, ið skulu víðari til fjarskotin pláss har suðuri í Laos.

Lao Airlines er almenna flogfelagið í Laos. Tað var stovnað í 1976 og eigur 14 flogfør. Felagið flýgur innanríkisrutur og altjóða rutur til Kina, Kambodja, Teilands, Vjetnam og Singapor. Enn er eingin viðmerking komin frá flogfelagnum um vanlukkuna.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881