Jehova Vitni í Danmark meldað fyri rasismu

Jehova Vitni í Danmark meldað fyri rasismu
Tað er alneyðugt, at Jehova Vitni fáa ein lærupening, heldur Stuðulsbólkurin fyri fyrrverandi Jehova Vitni
 
26.07.2013 - 01:53

Formaðurin í Stuðulsbólkinum fyri fyrrverandi Jehova Vitni, Poul Dal, sigur, at avgerð er tikin um at melda Jehova Vitni. Tað skrivar netávísin hjá Kristiligum Dagblað, k.dk., sambært Politiken.

Vilja onki endurgjald hava
”Tað er neyðugt, at Jehova Vitni fáa ein lærupening. Vit vilja onki endurgjald hava, men vilja hava staðfest, at Jehova Vitni eiga at hugsa seg betur um, tá tey umrøða onnur”, sigur hann.

Talur á summarstevnu fóru um mark
Orsøkin til at Stuðulsbólkurin fer at melda Jehova Vitni eru talur, sum Vitnini hava hildið á summarstevnuni í Silkeborg og Herlufmagle. Her vórðu fráfallin Jehova Vitni umrødd sum lívshættislig virus, og sum slangur og dálkað jørð.

Sambært Kristiligum Dagblað meta fleiri serfrøðingar, at talurnar vóru av sovorðnum slag, at til ber at leggja sak sambært grein 266b í revsilógini – eisini nevnd rasismugreinin.

Fara um mark
”Talurnar fara heilt greitt yvir um mark. Tá ið tú samanbert onnur við lívshættisligar sjúkur og slangur, so eru við yviri í kjarnuøkinum í rasismugreinini, sigur Niels-Erik Hansen, løgfrøðingur og leiðari í Dokumentasjóns- og Ráðgevingarstovuni móti rasumismuni við Kristiligt Dagblað.

Og nú hevur Stuðulsbólkurin fyri fyrrverandi Jehova Vitni so tikið avgerð um at melda Jehova Vitni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749