Gull í flogbólti

Gull í flogbólti
Tað sá leingi svart út, men føroysku kvinnurnar prógvaðu, at tað loysir seg at stríðast. Føroyar hava vunnið gull í flogbólti
Stór smíl á føroysku spælarunum
 
19.07.2013 - 20:30

Hóast Føroyar vóru aftan fyri 0-2 í settum og eisini aftan fyri 2-10 í fjórða setti, eydnaðist tað teimum at venda dystinum og vinna finaluna móti Saaremaa.

Tey flestu sum vóru í høllini í Berkley Institute hildu, at finalan var avgjørd, tá Saaremaa var á odda 2-1 í settum, og eisini á odda 10-2 í fjórða setti. Men við einum ótrúligum liðavriki eydnaðist tað teimum føroysku at koma aftur í dystin.

Tá fimta setti skuldi byrja vóru smíl á andlitunum hjá teimum føroysku, meðan tær hjá Saaremaa hingu við høvdinum. Úrslitið var eisini har eftir.

Eitt sera flott avrik av føroyska flogbóltslandsliðnum.

Settúrslitini: 21-25, 21-25, 25-18, 25-21 og 15-8.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109