Ekkó

Ekkó - eyðmýktar kvinnur
01-10-2010
Í samband við at Kvinnuhúsið fyllir 20 ár í dag, hava vit verið í savninum og valt hesa sendingina, sum júst varpar ljós á tað, sum Kvinnuhúsið

Nevan í andlitið, eitt slag í búkin ella kanska eitt skump oman í gjøgnum trappurnar. Tað er ofta ein partur av gerandisdegnum hjá kvinnum, sum enda í parlagi við einum harðligum manni. Sjálvt um harðskapur í móti kvinnum er nakað dult, sum ferð fram í tí privata, so eru fleiri ábendingar um, at tað er nógv vanligari, enn vit halda.

Í sendingini hitta vit tvær kvinnur, sum hava ringar royndir av harðskapi. Onnur er uppvaksin við einum harðligum pápa, og hin livdi í meira enn 20 ár saman við einum manni, sum bukaði hana. Í sendingini vitja vit eisini í Kvinnuhúsinum og práta við løgreglu og skaðastovu.

Samr.v.:
Beinta Dahl Olsen
Jan Poulsen
Elin Reinert Planck

Lagt til rættis: Barbara Samuelsen

Ekkó

 "Ekkó" ein sendirøð, har ymisk viðkomandi evni verða tikin upp og lýst nærri

Í samband við at Kvinnuhúsið fyllir 20 ár í dag, hava vit verið í savninum og valt hesa sendingina, sum júst varpar ljós á tað, sum Kvinnuhúsið
01-10-2010
Sending um mammu, pápa og børn. Sendingin snýr seg um, at myndugleikin hevur valt, at foreldramyndugleikin í høvuðsheitinum skal verða hjá mammuni
20-11-2005
"Ekkó" er sendirøð, har ymisk viðkomandi evni verða tikin upp og lýst nærri
14-11-2004