Jákup á Dul Jacobsen lænti nógv í Íslandi

Jákup á Dul Jacobsen lænti nógv í Íslandi
Skuldin í búnum var 31 miljardir íslendskar, svarandi til 1,4 miljardir í okkara peningi
 
24.09.2013 - 13:11

Skuldin í feløgunum, sum Jákup á Dul Jacobsen átti í Íslandi var so stór, at ognararnir fáa millum lítið og einki, nú búgvið er gjørt upp. Tað skrivar íslendska Viðskiptablaðið.

Samlaða skuldin í felagnum Lagerinn var góðar 31 milliardir íslendskar krónur. Verður skuldin umroknað við kursin í februar í 2008, svarar tað til eina samlaða skuld uppá tvær til 2,5 milliardir krónur.

Í dagsins kursi svarar tað til umleið 1,4 miljardir føroyskar krónur. Skuldin var so stór, at ognararnir fáa einki.

Trotabúgvið hevði bara 140.000 kr. at býta millum kreditorarnar. Endaliga uppgerðin vísir, at ognararnir fáa 0,0095 prosent aftur. Tað svarar til, at átti tú 100 milliónir krónur tilgóðar, fært tú 9.500 krónur aftur.

Felagið kallaðist upprunaliga Lagerinn ehf, men í mai 2010 varð navnið broytt til L-Investments. Felagið keypti í 2007 meirilutan av partabrøvunum í donsku møbilketuni Ilva, og felagið átti harumframt eisini 10 prosent av ketuni Cost Plus, umframt aðrar ognir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749