Sýrialand: Andstøðan vil hava vesturheimin at leypa á

Sýrialand: Andstøðan vil hava vesturheimin at leypa á
Eitt álop kann steðga kreppuni alt fyri alt, tí Assad hevur mist valdið í meginpartinum av landinum, sigur sýriska andstøðan
Borgarakríggið í Sýrialandi hevur kravt fleiri enn 100.000 mannalív
 
10.09.2013 - 15:35

Størsti andstøðubólkurin í Sýrialandi, SNC, heitir á vesturheimin um at leypa á stjórnardeildir hjá Assad, forseta, hóast leiðslan í Damaskus sigur seg vera til reiðar at útflýggja síni kemisku vápn, skrivar AP-tíðindastovan.

SNC, sum umboðar allar andstøðuflokkarnar, sigur, at avtalan, sum Sýrialand og Russland hava gjørt um kemisku vápnini, fer bert at draga tíðina út og gera støðuna í landinum uppaftur verri.

Álop steðgar kreppuni

Eitt álop kann steðga kreppuni í Sýrialandi alt fyri eitt, tí Assad, forseti, hevur mist valdið á 60 prosent av landinum, sigur ein talsmaður fyri SNC við amerikansku sjónvarpsstøðina, CNN.

Hann mælir Obama forseta til at leypa á, sama hvat amerikanska kongressin sigur um at leggja uppí við hermegi.

- Ikki fyrr enn hótt varð við at leypa á, broytti sýriska stjórnin støðu. Frammanundan væntaði eingin nakra politiska loysn, sigur talsmaðurin fyri sýrisku andstøðuna við CNN

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749