- Tíðindi, mentan og ítróttur
Burðaravlopið minkar støðugt
Burðaravlopið minkar støðugt
Burðaravlopið í fjør var bara 221, og í 2008 var tað 208
Mynd: Savnsmynd
05.09.2013 - 10:11
Burðaravlopið í Føroyum hevur verið lítið seinastu tvey árini, sæst í heilsufrágreiðingini frá landslæknanum. Burðaravlopið í fjør var bara 221, og í 2008 var tað 208.
Burðaravlopið er munurin ímillum tey, sum verða fødd, og sum doyggja í einum ári. Talan er um nógv ringastu árini hesa øldina.
Nógv versnað
Uppgerðin gongur aftur til aldarskiftið, og hon vísir, at í ár 2000 var burðaravlopið 360, 150 og 140 fleiri enn í fjør og í fyrrárið.
Í 2011 vórðu bert 585 børn fødd, og í fjør vóru tey 619. Tann uppgerðin er aftur til 2002, tá 716 børn vórðu fødd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV