Lítil uttanríkispolitikkur í norska valstríðnum

Lítil uttanríkispolitikkur í norska valstríðnum
Norskir politikkarar eru fyri hvøssum atfinningum. Tað er stjórin fyri Norsk udenrigspolitisk Institutt, stytt NuPi, sum finst at norska valstríðnum, tí uttanríkispolitikkur ikki er eitt av høvuðsevnunum
Serfrøðingur finst at vantandi áhuganum fyri uttanríkispolitikki í norska valstríðnum
Mynd: Scanpix  
 
22.08.2013 - 11:10

Ein meiningakannig, sum Sentio hevur gjørt fyri Nupi, vísir, at ein millión norskir veljarar halda, at uttanríkispolitikkur er týdningamikið evni, tá tey gera av, hvønn tey velja. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.

Men veruleikin er, at uttanríkispolitikkur ikki hevur fingið rúm í norska valstríðnum.

Gerandisdagur ávirkaður

Ulrik Sverdrup, stjóri á Nupi, sigur, at gerandisdagur okkara verður, meira enn nakrartíð, ávirkaður av tí, sum hendir úti í heimi. Hann sigur, at norskir politikkarar halda veljarar fyri gjøldur, tí uttanríkispolitikkur ikki verður viðgjørdur.

Kanningin vísti, at 15 prosent av veljarunum hava mest áhuga fyri uttanríkispolitikki, og triði hvør veljari í Noregi heldur, at uttanríkispolitikkur hevur týdning, tá tey seta krossin á valinum 9. september.

Ungir veljarar og umheimurin

Kanningin vísir eisini, at ungu veljararnir hava størri áhuga fyri altjóða spurningum enn innanríkispolitikki. Og tað er við støði í hesum, at Sverdrup kemur við hvøssu atfinningini.

- Politikkarar vísa ikki nóg greitt, at norskur innanríkispolitikkur verður skaptur í aljtóða samanhangi, og at altjóða viðurskifti hava størri týdning enn nakrantíð áður fyri gerandisdagin hjá norðmonnum, Ulrik Sverdrup, stjóri á Nupi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749