Norðmaður deyður í fongsli í Kongo

Norðmaður deyður í fongsli í Kongo
Ein deyðadømdur norðmaður í Demokratiska Lýðveldinum Kongo er funnin deyður í fongslinum í høvuðsstaðnum Kinshasa
Norðmaðurin, Tjostolv Moland, varð funnin deyður í fongslinum í høvuðsstaðnum í Congo, Kinshasa.
Mynd: nettavisen.no  
 
19.08.2013 - 08:49

Tjostolv Moland varð saman við einum øðrum norðmanni, Joshua French, dømdur til deyða fyri at hava dripið ein bilførara. Tað er ikki greitt, hví Tjostolv Moland doyði í fongslinum.

Noktaðu seg sekar
Báðir noktaðu teir seg sekar, tá teir vórðu tiknir í 2009. Men ein hernaðardómstólur dømdi teir til deyða fyri morð. Sambært dóminum tóku norðmenninir seg ólógliga inn í Kongo úr Uganda, og teir høvdu vápn uppi á sær.

Norsku myndugleikarnir hava leingi roynt at fingið Tjostolv Moland og Joshua French útflýggjaðar, men til fánýtis. Eitt umboð fyri norska uttanríkisráðið fer nú til Kinshasa at royna at fáa greiði á, hví Moland doyði í fongslinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749