Revsidómar í Grønlandi skjótir at avgreiða

Revsidómar í Grønlandi skjótir at avgreiða
Tað gongur væl at avgreiða mongu revsidómarnar í Grønlandi. Eftir einum ári er bíðilistin tódnaður úr 350 niður í 90 fólk, sum bíða eftir at sita dóm, vísa tøl í danska løgmálaráðnum, sambært Ritzau-tíðindastovuni
Revsidómar í Grønlandi skjótir at avgreiða.
Mynd: sermitsiaq.ag  
 
12.08.2013 - 14:54

Orsøkin til, at tað gongur betur at avgreiða málini, er, at stovnarnir, har fólk skulu sita dómin, hava fingið fleiri pláss. Samstundis hevur Kriminalsforsorgin í Grønlandi sett eina nýggja skipan í verk, sum ger, at tað gongur skjótari at boðsenda fólki at sita.

Trygdarvarðhald

Grønlendingar, sum eru dømdir í trygdarvarðhald, - tað, sum eisini verður nevnt forvaring - sita framvegis í fongsli í Danmark. Men nú verður ein nýggjur stovnur bygdur í Nuuk til endamálið, og hann skal eftir ætlan standa liðugur í 2017. Tá flyta fangarnir til Grønlands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749