Obama á G-20 toppfund hóast ósemju við Russland

Obama á G-20 toppfund hóast ósemju við Russland
Amerikanski forsetin, Barak Obama, fer, eftir øllum at døma á G 20 toppfund í Sankta Pætursborg, hóast ósemja hevur verið millum Russland og USA seinastu tíðina
Hóast ósemju seinastu tíðina við leiðsluni í Moskva, ætlar Obama á G-20-toppfund.
 
07.08.2013 - 11:59

Ósemjan seinastu tíðin er íkomin í sambandi við, at Russland ikki vildi senda eftirlýsta fyrrverandi amerikanska fregnartænastumannin, Edward Snowden, aftur til USA, og at Russland síðani hevur givið honum friðskjól.

Liva framvegis í kalda krígnum
Í beinleiðis sjónvarpssending í amerikanskum sjónvarpið segði Obama í sambandi við málið um eftirlýsta fregnartænastumannin, at leiðararnir í Moskva liva stundum framvegis við mentalitetinum frá Kalda Krígnum.

Málið um Snowden hevur sett fer á diplomatiið millum gomlu erkafíggingdarnar, og Obama segði í sjónvarpssendingini, at hann helst fer á G-20 toppfundin, sum er fyri ríkisleiðarar í størstu ídnaðarlondunum í heiminum.

Obama nevndi tó einki um møguleikan fyri, at hann og Putin fara tosa saman tveir einir.

Samskiftið millum USA og Russland er í løtuni darvað av Snowden-málinum, og eisini av blóðuga borgarakrígnum í Sýrialandi og av at andstøðan í russisku Dumuni ikki sleppur til orðana. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749