- Tíðindi, mentan og ítróttur
Utøya skjótt gloymd
Tað sigur Poul Villaume, søgufrøðingur á Københavns Universitet, nú tað eru tvey ár liðin, síðan 69 ungfólk vóru skotin til deyðis á Utøya.
Hann sigur við danska Berlingske, at hendingin fer ikki at ávirka søgubøkurnar sum frálíður. Orsøkin er serliga, at brotsmaðurin var einsamallur um brotsgerðina, og at hendingin ikki var partur av einum størri samstarvi, sum tildømis yvirgangsatsóknin í USA tann 11. september. Utøya var ein einstøk hending, og tann støðan ger, at 22. juli verður bara ein fótnota í søgubókunum, sigur hann.
Søgufrøðingurin sigur kortini, at tað er umráðandi at umrøða ársdagarnar næstu fáu árini.
- Tað er eitt gott høvi at hugsa um ræðuleikan, sum hevði stóra ávirkan á norsku tjóðina. Tað eru slíkar dagar, at vit spyrja, hvat samfelag, vit vilja hava. Norðmenn svaraðu beinanvegin yvirganginum við tolsemi og opinleika, og tað var við til at vinna á ræðuleikanum, sigur hann.