- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingur fingið heiðurstekin í Grønlandi
Føroyingur fingið heiðurstekin í Grønlandi
Ann Andreassen úr Klaksvík hevur fingið grønlendsku Narsornaat heiðursteknið í silvuri fyri sítt arbeiði fyri foreldraleysum børn í Grønlandi
22.07.2013 - 10:15
Lars-Emil Johansen, landstingsformaður, handaði Ann heiðurstekinið í sambandi við at 250 ára dagurin hjá Ummanaq varð hátíðarhildin leygardagin.
Ann Andreassen hevur verið leiðari á barnaheiminum í Ummannaq síðan 1987.
Ann Andreassen hevur útint eitt virðismikið og týðandi avrik sum leiðari á barnaheiminum. Men hon hevur eisini verið ein góður ambassadørur fyri Ummanaq og Grønland, segði Lars-Emil Johansen við handanina sambært grønlendska kringvarpinum.
Eisini ein hjálpari á barnaheiminum fekk heiðurstekin leygardagin. Grønlendski landsstýrisformaðurin, Aleqa Hammond, ið er ættað úr Ummannaq, fekk Narsornaat heiðurstekinið í gulli við sama høvið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV