Svimjari doyði í Ermasundi

Svimjari doyði í Ermasundi
Ein bretskur svimjari lat sunnudagin lív, tá hann royndi at svimja tvørtur um Ermasund, tað vil siga sundið millum Frakland og Ongland
Sunnudagin doyði 34 ára gamla Susan Taylor í Ermasundi.
 
16.07.2013 - 09:30

34 ára gamla Susan Taylor skuldi svimja um Ermasund fyri at útvega pening til vælgerandi endamál. Hon hevur áður svomið nógv á opnum havi, millum annað eina stafett tvørtur um ensku kanalina.

Stutt frá málinum
Susan Taylor var stutt frá málinum - bara hálvan-annan kilometur frá fronsku strondini, tá hon fekk trupulleikar og fall í óvit. Klokkan 17.00 vórðu bjargingarlið boðsend, og Taylor varð flogin við tyrlu til eitt sjúkrahús í Bologne. Klokkan 19.00 sunnukvøldið boðaði sjúkrahúsið frá, at hon var deyð.


Higartil eru átta fólk deyð í royndini at svimja tvørtur um Ermasund, skrivar The telegraph.


Susan Taylor segði sjálv, áðrenn hon fór avstað, at ferðin tvørtur um Ermasund fór at verða harðari enn at klúgva upp á Mount Everest.
Ermasund er 34 kilometrar, har tað er smalast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749