Aftur gull til Magnus Jákupsson

Aftur gull til Magnus Jákupsson
Magnus Jákupsson hevur vunnið sítt triða gullheiðursmerki á Danmarkarmeistarasevnuni
Magnus Jákupsson hevur vunnið gull í øllum ryggkappingunum á Danmarkarmeistarastevnuni
 
06.07.2013 - 14:15

Magnus Jákupsson vann sær í dag sítt triða gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin upp á 2:04.21. Magnus var seks hundraðpartar framman fyri silvurvinnaran, Andreas Schiellerup, á 2:04.27.

Magnus var annars aftanfyri bæði við 50, 100 og 150 metrum, men megnaði at hála seg fram um Schiellerup seinastu longdirnar. Magnus Jákupsson hevur vunnið gull í øllum ryggkappingunum, 50 metur, 100 metur og 200 metur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389