- Tíðindi, mentan og ítróttur
U19 landsliðið vann á Slovakia

Føroysku U19-dreingirnir í hondbólti vunnu 22-21 móti Slovakia, sum undan dystinum lá nummar eitt í bólkinum.

Tískil liggur Føroyar nú á deildum 1. plássi saman við Slovakia, sum hevur vunnið allar sínar dystir higartil, undantikið ímóti føroyska liðnum.

Topp-skjúttar í dystinum ímóti Slovakia vóru: Eirikur Simonsen við 6 málum og Allan Norðberg við 5 málum.

Slovakarnir vóru vælvaksnir og skutu nógv úti frá, men føroyingarnir vardu væl og
Tóraldur Kollsker stóð sera væl í málinum við einum bjargingarprosenti upp á 41.
Føroyingarnir tordu, spældu við ferð, sýndu eitt gott liðavrik og vunnu stigini.