- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tveittu fisk fyri 24 mia. kr. aftur í havið

ES-skip tveittu tosk fyri næstan 24 mia. kr. fyri borð aftur tey 45 árini, frá 1963 til 2008.

Tað siga nýggjastu tølini í kanningini hjá óhefta bretska kanningarstovninum New Economic Foundation.

Stovnurin sigur, at 2,1 millión tons av toski vórðu blakað útaftur í Norðsjónum, Ermarsundi og Skagerak. Toskur, sum var verdur næstan 24 milliardir krónur.

New Economic Foundation sigur, at ES-skip tveittu eisini onnur fiskasløg enn tosk aftur í havið.

Avleiðing av fiskivinnupolitikkinum

Útblakingin er avleiðing av fiskivinnupolitikkinum hjá ES.

Skip blaka fisk útaftur, tí tey hava ikki kvotu, og kunnu tí ikki koma til lands við fiskinum. Undirmálsfiskur fer eisini fyri borð aftur. Og fiskur, sum hevur so vánaligan prís, at fiskimenninir halda tað loysir seg ikki at taka hann við til lands.