- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunna útflutningsvinnuna um ES-tiltøk

Útflutningsvinnan verður nú kunnað um tiltøkini, sum ES-nevndin hevur samtykt at seta í verk móti londum, ið ikki fiska felags fiskastovnar burðardygt. Talan er m.a. um tiltøk, sum ES kann seta í verk móti Føroyum, fæst ikki semja um makrelfiskiskapin.

Í morgin skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi um málið. Við á fundinum verða Herálvur Joensen, deildarstjóri á Uttanríkistænastuni, og Gunnar Holm-Jacobsen, ráðgevi og fyrrverandi sendimaður í Brússel.

Teir fara at greiða frá innihaldinum í uppskotinum og gongdini í málinum, síðani uppskotið varð lagt fram í desember í fjør.