- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinnan vil hava broyttar mannagongdir næsta ár

Líkt er til, at vinnan metir fiskiskapin eftir makreli at vera av fyri í ár. Tí fáu hoyringarsvarini, sum Fiskimálaráðið fekk aftur um ætlanina at geva leyst at fiska makrel, eru atfinningarsom og mæla heldur til broyttar mannagongdir næsta ár.

Fiskimálaráðið sendi umleið 60 feløgum og førum skriv. Bert sjey svar komu inn.

Ov seint

Faroe Origin sigur seg ikki kunna taka undir við ætlanini, tí tiltøkini koma ov seint. Vertíðin er farin at halla, og tí muna tiltøkini ov lítið. Hevði Fiskimálaráðið givið vinnuni betri møguleika og hóskandi skotbrá at fyrireika fiskiskapin í ár, so høvdu hesi tiltøkini ikki verið neyðug.

Tí mælir Faroe Origin til, at fiskiskapurin næsta ár verður avgreiddur í seinasta lagi 1. apríl. Og felagið mælir til eina eftirmeting sum skjótast, tá vertíðin er liðug.

Útróðrarmenn fingu einki

Útróðrarfelagið Eystan Múla finst hvassliga at, at útróðrarmenn í felag ikki kundu leiga skip til at fiska makrelin, Felagið sigur útróðrarflotan hava verið fyri blóðigum órætti, og at Fiskimálaráðið bar seg lúsut at ímóti veikasta partinum av flotanum, ið hóast alt hevur størst søgulig rættindi á grunnunum.

Umboðsmaðurin hjá Lafayette hevði eina stutta, men ítøkiliga áheitan á Fiskimálaráðið: "Fáið fingurin úr einum vissum stað, og kunngerið hasa broytingina sum skjótast," vóru stuttu boðini.

Størri kvotu til nótaskipini

Felagið Nótaskip mælir til størri kvotu til skipini, men at tað framvegis skal bera til at flyta 10 prosent til næsta ár. Og kvotan skal býtast millum skipini á sama hátt sum nú. Og so skulu nótaskipini hava loyvi at partrola saman við skipum úr øðrum bólkum.

Thor mælir til, at skipini, sum fiska makrel, ikki mugu steðga, tí ov nógv sild er uppií. Felagið tekur sum heild undir við, at hámørkini í ymsu bólkunum verða tikin av, men ikki hjá rækjuflotanum, tí rækjuskipini hava býtt kvotuna ímillum sín, og hava gjørt avtalu um at landa til móttøkuskip.

Thor mælir eisini frá, at onnur skip, serliga nótaskipini, sleppa at fiska í sonevnda altjóða bólkinum, tí tað fer at taka grundarlagið undan móttøkuskipunum, og tá slepst neyvan undan endurgjaldskravi.

Thor vísir eisini á, at skal landskassagjaldið uppá 2,25 kr. fyri kg, rindast, so er umráðandi at teirra skip varðveita sína kvotu, og kunnu fiska makrelin í september ella oktober, tá prísurin er hægstur.

Mælir til at geva leyst

Eigarin av útróðrarbátinum Skarpheðinni mælir til at geva leyst at fiska makrelin, sum eftir er. Hann mælir samstundis til, at útróðrarbátar næsta ár fáa eina t.d. 1.000 tons í eginkvotu, sum verður umsetilig, tað er kann seljast.

Felagið Rækjuskip heldur tað ikki vera rætt, at onnur skip sleppa framat teirra kvotu, tí skipini hava býtt kvotuna og fara at fiska hana. Orsøkin til, at rækjuskipini ikki enn eru farin á makrelveiðu, er, at ov nógv sild hevur verið uppií. Tað er broytt nú, og tí eiga rækjuskipini at eiga sína egnu kvotu, sigur Felagið Rækjuskip.

Bert 65.000 tons av makreli eru fiskað higartil í ár.