- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgera nú hoyringarsvar um makrel

Fiskimálaráðið fer nú at viðgera hoyringarsvarini, tað fekk í sambandi við ætlanina at geva leyst at fiska makrelin, sum er eftir av kvotuni í ár.

Tað var fyri seks døgum síðani, at Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, kunngjørdi, at hann fór at brúka heimildina í kunngerðini, sum loyvir at geva leyst, eru líkindi fyri, at felagskvotur ikki verða fiskaðar.

Freistin úti í gjár

Øll, sum hava loyvi at fiska makrel, fingu ætlanina til hoyringar. Freistin at svara var til á middegi í gjár. Nøkur svar eru komin, sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

Nógv er framvegis aftir av makrelkvotuni í ár, meira enn helvtin, tí bara 65.000 tons eru fiskað higartil. Fiskiskapurin er slakur í løtuni. Frá tí at landsstýrismaðurin hevur tikið endaligu avgerðin, skulu ganga tíggju dagar til givið verður leyst at fiska.

Níggju skipabólkar hava felagskvotu.