- Tíðindi, mentan og ítróttur
SalMar vil ikki hava størri part av Bakkafrosti

Hvørki SalMar ella nakar annar norskur partaeigari í Bakkafrosti hava nakra ætlan um at eiga meirilutan í føroyska alifelagnum.

Tað stendur millum mangt annað í hoyringarsvarinum frá advokatvirkinum Wikborg, Rein & Co, sum Vinnumálaráðið hevur fingið, nú ætlanin er at broyta alilógina fyri at avmarka útlendska eigaraskapin í føroysku alingini.

Wikborg, Rein & Co. umboðar SalMar, sum eigur 25,21 prosent í Bakkafrosti, og kann keypa 4,66 prosent afturat, og aðrar norskar partaeigarar, sum eiga tilsamans 3,74 prosent.

Fær dramatiskar avleiðingar

Sambært hoyringarsvarinum heldur norska advokatvirkið uppá, at lógarbroytingin verður gjørd, tí Vinnumálaráðið stúrir fyri, at SalMar ætlar sær størri part í Bakkafrosti ella alla fyritøkuna, sum hon er. Eingin orsøk er at stúra fyri tí, sigur advokatvirkið, tí eingin slík ætlan er í Norra.

Men lógarbroytingin fær dramatiskar avleiðingar fyri øll, sum eiga partabrøv í Bakkafrosti. Torførari verður hjá teimum at fáa nakað líkinda avkast av íløguni í Bakkafrosti.

Partabrævið fer ivaleyst at minka í virði, sigur advokatvirkið. Serligir partaeigarar, so sum peningarstovnar og pensjónskassar, fara kanska at taka seg aftur, so Bakkafrost fær tap av tí alt fyri eitt.

Harafturat er vandi fyri, at føroyingar fara ikki at vilja ella kunna fíggja alivinnuna einsamallir. Tað verður eisini eitt bakkast fyri føroyska alivinnu, um dugnaligir útlendingar ikki sleppa í stjórn ella nevnd.

Og útlendingar missa ávirkanina á íløguna í Bakkafrosti. Harafturat fer lógarbroytingin at gera, at Bakkafrost fer ikki at kunna halda galdandi grundreglur um góða eigarastýring og leiðslu, har sum ikki verður gjørdur munur á partaeigarum.

Føroyska støðan viknar

Wikborg, Rein & Co hava nógvar viðmerkingar afturat um ætlanina hjá Johan Dahl. Og advokafelagið sigur, at til ber at røkka sama úrsliti við samstarvi við útlendskar íleggjarar. Felagið minnir eisini Vinnumálaráðið á heimasíðuna hjá Vinnumálaráðnum, sum eggjar útlendingum til at gera íløgur í Føroyum.

Verður lógarbroytingin samtykt, fer hon at gera støðu Føroya á altjóða kapitalmarknaðinum veikari. Og vóru Føroyar við í EBS samstarvinum millum ES og Efta, hevði eitt uppskot sum hetta verið ógjørligt.

SalMar hevur keypt seg inn í Bakkafrost í fjør og í ár. Seinast, SalMar keypti lut í Bakkafrosti, var 2.mai í ár. Hvørki SalMar ella aðrir norskir partaeigarar ætla sær meirilutan í Bakkafrosti.

Rakar bara Marine Harvest

Og so sigur Wikborg, Rein & Co. bart út, at eftir sum lógarbroytingin fyrst og fremst kemur av einum ynski um at fáa tamarhald á, hvussu SalMar brúkar sín ognarlut í Bakkafrost, vil SalMar góðtaka, at krav verður sett um bindandi samstarv við "sentrale færøyske aktører for a sikre varig lokal innflytelse i selskapet," sum tað stendur í hoyringarsvarinum.

Áhugavert er, at meðan Wikborg, Rein & Co heldur uppá, at lógarbroytingin hevur eittans endamál, at leggja fót fyri SalMar í Bakkafrosti, sigur Marine Harvest Faroes, at lógarbroytingin rakar bara ætlanirnar hjá tí felagnum, sum eisini er norskt, í Føroyum.