- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg: Ísland falsar tøl fyri makrelveiði

Íslendingar falsa tølini fyri makrelveiðina, so landið hevur eitt størri tal at brúka í stríðnum við hini strandarlondini um, hvussu heildarkvotan skal býtast. Íslendingar landa sild sum makrel fyri at fáa makreltalið upp.

Tað sigur Audun Maråk, stjóri í norska reiðarafelagnum, við blaðið Fiskeribladet/Fiskaren. Hann undrast á, at íslendingar hava fiskað líka nógvan makrel í ár sum í fjør, men bara 60 prosent av sild samanborið við hesa ársins tíð í fjør.

Hetta bendir á, at sild verður skrásett sum makrelur fyri at fáa makreltalið upp, sigur Audun Maråk. Hann sigur, at íslendskir skiparar og aðrar keldur í Íslandi hjá norska reiðarafelagnum boða frá minni makrelfiskiskapi í ár.

Vísir skuldsetingunum aftur

Men Friðrik J. Arngrímsson, stjóri í íslendska reiðarafelagnum, vísir aftur tí, sum norski starvsbróðir hansara kemur við.

- Hetta er ikki fyrstu ferð, at Maråk kemur við slíkum skuldsetingum. Hann ger hetta ár um ár. Og hvørt ár er hann boðin at koma til Íslands at kanna tølini sjálvur. Men hann tekur ikki av, sigur Friðrik J. Arngrímsson.

Orsøkin til, at minni sild er fiskað higartil í ár, er tann, at skipini hava lagt seg eftir at fiska allan makrelin fyrst, áðrenn tey fara eftir tí, sum eftir er av sildini, sigur íslendski reiðarastjórin.

Eingi avgerandi prógv

Audun Maråk sigur seg eingi avgerandi prógv hava fyri, at íslendsku tølini eru skeiv. Hann sigur tó, at bæði umsiting og gransking eru meira politisk í Íslandi enn aðrastaðni. Millum annað fór íslendska skipið, sum var við í felags makrelkanningunum í summar, ikki úr íslendskum sjógvi, sum avtalan annars var.

Hetta gjørdi úrslitið betri fyri Ísland og verri fyri Norra, sigur Audun Maråk.

Mælir til at fiska minni

Íslendski fiskimálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, segði eftir ráðharrafundin í London fyri einari viku síðani, at Ísland mælti øllum londunum til at fiska 20 prosent minni makrel í 2013.

Ísland er eisini sinnað at minka sína kvotu aftur fyri at sleppa í eitt nú norskan sjógv at fiska makrel, sigur íslendski ráðharrin, sum gevur norska fiskimálaráðharranum, Lisbeth Berg-Hansen, størsta partin av skyldini fyri, at fundurin í London endaði úrslitaleysur.