- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skotar vilja seta tiltøk í verk móti Føroyum nú

Skotsku fiskimenninir mæla nú til, at ES alt fyri eitt fremur tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Ian Gatt, forstjóri í felagnum hjá skotsku uppsjóvarfiskimonnunum, sigur í tíðindaskrivi, at nú er umráðandi, at ES tingið tann 12.september staðfestir heimildina at seta í verk handilsforðingar, og ikki drálar við at brúka heimildina.

Hann sigur, at tá ikki bar til at finna semju á makrelfundinum í gjár, sum var á hægsta stigi, ber tað neyvan heldur til, tá embætisfólkini fara undir 14. samráðingarumfarið seint í oktober.

Eisini norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg-Hansen, tosar um tiltøk móti Føroyum og Íslandi. Hon sigur við NRK, at fleiri tiltøk koma, men vil ikki siga, hvørji tey verða.

ES og Norra vil lata 14 pst. tilsamans

Ísland heldur seg eiga 15-17 prosent av heildarkvotuni, og føroyingar siga seg eiga 15 prosent. Men tað vilja Norra og ES ikki hoyra talað um. Ísland og Føroyar kunnu fáa 14 prosent tilsamans, eru boðini haðani.

Steingrímur J. Sigfússon, íslendski fiskimálaráðharrin, sigur við íslendska kringvarpið, at á fundinum í London í gjár bjóðaði Ísland sær til at fiska minni í egnum sjógvi aftur fyri atgongd til makrelin innan fyri mark hjá øðrum strandarlondum, men tað bar heldur ikki til, sigur hann.

Føroyar og Ísland siga, at Norra og ES eru ikki at vika. Og Norra og ES siga júst tað sama um Føroyar og Ísland.

80.000 tons eftir

Enn eru knappliga 80.000 tons eftir av makrelkvotuni í ár. Góð 60.000 tons eru fiskað higartil, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Lafayette hevur ikki enn fingið nakran makrel, men hitt móttøkuskipið, Kai Yu, hevur keypt 1100 tons frá Ennibergi og Ran, sum partrola.