- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gulllaksurin fingið MSC-góðkenning

Føroyska gulllaksa-veiðan hevur nú fingið MSC-stemplið, sum tann fyrsta av tí slangum í heiminum. MSC merkir, at veiðan er burðardygg og væl umsitin.

Føroyingar fiska okkurt um 20.000 tons av gulllaksi um árið, serliga í juli og august. Seks skip eru á gulllaksaveiði.

Skandinavisku londini og Bretland keypa gulllaksafars úr Føroyum. Norra er størsti keypari. Norra keypir okkurt um 70 prosent av farsinum. Tavan í Leirvík, Kósin í Klaksvík og Faroe Pelagic í Kollafirði taka í móti gulllaksinum.

Hugsa um fiskastovnarnar

MSC-stemplið sigur fólki, sum keypa fisk og samstundis hugsa um fiskastovnarnar, at fiskurin, tey keypa, er ikki í vanda, tí fiskiskapurin er burðardyggur. Tað merkir, at ikki verður fiskað meira enn fiskifrøðingar halda er ráðiligt.

Tavan, Kósin og Faroe Pelagic fingu sínar MSC góðkenningar í gjár.