- Tíðindi, mentan og ítróttur
Layfayette gjørt avtalu við eitt skip

Eftir at hava roynt eydnuna í grønlendskum sjógvi í eina tíð, er móttøkuskipið "Lafayette" aftur í føroyskum sjógvi. Skipið kemur á Runavík seinnapartin, og tá útgerð og fólk eru fingin umborð, verður kósin sett á leiðina, har føroysku skipini royna eftir makreli.

M.a. skulu upp til átta eygleiðarar frá Fiskiveiðieftirlitinum umborð, tí tað stendur í loyvinum. Lafayette rindar lønina hjá eftirlitsfólkunum. Ludvík við Stein, umboðsmaður sigur, at Lafayette tók ímóti nakað av makreli í grønlendskum sjógvi, men har er fiskiskapurin av á hesum sinni.

Avtala við eitt skip skip

Hann sigur, at higartil er avtala gjørd við ein ísfiskatrolara, sum fer at landa til Lafayette, men ætlanin er at gera avtalu við nøkur skip aftrat. Hvønn prís skipini fáa, vil Ludvík við Stein ikki upplýsa, tí tað er ein avtala millum móttøkuskipið og skipið, sum landar.

Men avtalan sigur eisini, at føroyska skipið, sum landar til Lafayette, skal rinda avreiðingar- og veiðigjald til landskassan, sum tilsamans eru 2,25 kr. fyri kg.

Ludvík við Stein sigur, at enn skuldi borið til hjá Lafayette at fingið makrel, tí enn eru eini 80.000 tons eftir at fiska. Í fjør tók Lafayette ímóti 65.000 tonsum av fiski, harav vóru 50.000 tons makrelur.

Kai Yu tekur eisini ímóti

Kinesiska móttøkuskipið Kai Yu, sum Thor hevur leigað, tekur ímóti makreli frá føroyskum skipum. Kai Yu hevur tikið ímóti 600 tonsum frá Ennibergi og Ran, sum partrola, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið.

Skipini skulu rinda 2,25 kr. fyri kg av veiðuni, og tá vektarseðlarnir eru komnir til Fiskiveiðueftirlitið, verður rokning send reiðaríunum, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Eftirlitsfólk er eisini við Kai Yu.

Mánadagin vórðu fiskað góð 59.500 tons av makreli, upplýsir Fiskiveiðieftirlitið. Tað vóru 36.000 tons færri enn sama dag í fjør. Sostatt eru um 80.000 tons eftir at fiska av makreli.

Fáa fiskin til høldar

Í Fiskimálaráðnum verður umrøtt, hvat skal gerast, fyri at fáa allan makrelin til høldar. Tað hevur víst seg, at har sum skip fiska av felagskvotu við hámárki, eru onkur skip, sum hava fiskað sín part, hóast væl av kvotu er eftir. Tí er ikki óvist, at tey sleppa at fiska meiri.

Tað hevur skund at fáa makrelin til høldar, tí stutt eftir 20. september í fjør hvarv makrelurin úr Føroyskum sjógvi.