- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava fiskað sløk 60.000 tons

Framvegis er nógv minni av makreli fiskað í føroyskum sjógvi í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Tað vísa nýggjastu tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum, sum Vágaportalurin hevur biðið um.

Til í gjár vóru fiskað góð 59.300 tons av makreli. 28. august í fjør høvdu føroysk skip fiskað 95.600 tons. Munurin er góð 36.000 tons, staðfesta tølini frá Fiskiveiðieftirlitinum.

Finnur Fríði bestur

Finnur Fríði er tað skipið, ið sambært hagtølunum hevur fiskað mesta makrelin í summar. Skipið er skrásett at hava fiskað 15.200 tons. Føroyska eginkvotan er góð 148.000 tons. Nakað er latið burturav í fiskivinnusamráðingum við onnur lond, so samanlagt hava føroysk skip loyvi at fiska 134.000 tons av makreli, meðan hann er í føroyskum sjógvi. Harumframt koma 6.000 tons, sum lupu av í fjør.

So samanlagt eru bara 43 prosent av føroysku makrelkvotuni fiskað. Í fjør góvust skipini at fiska makrel 23. september.