- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar og Ísland skulu ikki hava meiri makrel

Tilboðini um størri makrelkvotur, sum Føroyar og Ísland hava fingið, eiga at verða tikin aftur. Og svartkjaftaavtalan skal endurskoðast. Tað krevur vinnan í Noregi og ES, sum hevur hvest svørðið nú nakrar dagar fyri toppfundin um makrel, sum verður í London mánadagin.

Tað hendi á fundi við Mariu Damanaki, fiskivinnukommisser í ES, í Brússel fyrradagin.

11 krøv

Maria Damanaki varð biðin um at brúka alla sína politisku megi til at fáa eina, sum tikið verður til, rættvísa loysn á trætuni um makrelbýtið. Vinnan legði 11 krøv fyri Mariu Damanaki. Krøvini eiga at verða grundarlagið undir nýggjari avtalu um makrelin, siga vinnulívsfólkini í ES og Noregi. Tey siga eisini, at eingin avtala er betri enn ein vánalig avtala.

Eitt krav er, at Grønland, sum nú er farið at fiska makrel av álvara, ikki fær støðu sum strandarland og heldur ikki lut í kvotubýtinum. Eitt annað krav er, at ES gevst við at samráðast við Ísland um limaskap.

Krevja 15 prosent

Sambært gomlu avtaluni um makrelin eiga Føroyar knappliga fimm prosent av heildarkvotuni. ES og Norra eru komin upp á átta prosent til Føroya, men Føroyar krevja 15 prosent. Kvotan, sum Føroyar hava givið sær sjálvum í ár, er tó nøkur og tjúgu prosent.

Mánadagin hava strandarlondini fund á ráðharrastigi um makrelin. Fundurin verður í London.