- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur leikari á veg í alivinnuna

Ein nýggjur leikari er á veg inn í føroysku alivinnuna.

Dimmalætting skrivar, at eitt felag undir stovnan hevur søkt Vinnumálaráðið um aliloyvi á trimum aliøkjum. Tað eru partafeløgini Bacalao og Kimbil, sum hava tikið stig til nýggja felagið.

Eisini smoltstøð og sláturvirki

Ætlanin er at fara undir aling út fyri Nesi í Eysturoynni, í Hestfirði og á Sandsvág. Eisini er ætlanin at lata smoltstøðina í Norðadali uppaftur og at hava sláturvirki á Sandi.

Verður umsókin gingin á møti, verður felagið stovnað, og onnur fáa eisini møguleika at seta pening í. Poul Hansen, advokatur, sum vegna feløgini hevur sent umsóknina til Vinnumálaráðið, sigur við Dimmalætting, at bara føroyskir íleggjarar sleppa at seta pengar í nýggja alifelagið.