- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ala á Sandsvág og hagreiða á Sandi

Ein nýggj roynd verður nú gjørd at ala á Sandsvág og at hagreiða fiskin í einum virki á Sandi.Tað er Poul Hansen, advokatur, sum fyri feløgini, Kimbil og Bacalao, hevur søkt um ali- og smoltloyvi frá Vinnumálaráðnum.

Tað almenna arbeiðir við at fáa fleiri aliøkir til vega í Føroyum, og tí ræður um at liggja framvið, fyri at sleppa upp í part. Tí hevur Poul Hansen, advokatur biðið Vinnumálaráðið um loyvi at ala smolt í smoltstøðini í Norðradali, og loyvi at fara undir aling á sjónum - á Sandsvág, í Hestfirði og út fyri Nesi í Eysturoy.

Keypt smoltstøð

Poul Hansen sigur, at hann í eina tíð hevur arbeitt við ætlanini, saman við serkønum. Tí varð smoltstøðin í Norðradali keypt í fjør, samstundis sum økið sum smoltstøðin stendur á, varð keypt frá Búnaðarstovuni.

At feløgini hava søkt um at sleppa at ala á Sandsvág, í Hestfirði og út fyri Nesi, er tí, at tey økini verða mett sum væl egnað til laksaaling. Ætlanin er, at aldi fiskurin skal hagreiðast á einum virki á Sandi, annaðhvørt í bygninginum sum stendur á havnaøkinum, um hann fæst til keyps fyri rímiliga upphædd, ella í einum virki, sum verður bygt til endamálið.

Stovna felag

Fáa feløgini loyvi at fara undir aling, so verður eitt felag stovnað, sum skal standa fyri alingini. Og tá er ætlanin at onnur skulu sleppa upp í part, sigur Poul Hansen.

Hann leggur dent á, at talan verður um eitt føroyskt felag burturav, og í viðtøkunum skulu gerast avmarkingar um, at ein tepur meiriluti av eigarunum, ikki kann selja felagið til aðrar, ella til sín sjálvs.

Verður loyvið givið til at ala, so er ætlanin at byrja varisliga, og síðani at útbyggja virksemið eftir tørvi, sigur Poul Hansen.