- Tíðindi, mentan og ítróttur
WTO-limaskapur: Russar lækka tollin á fiski

Norðmenn vænta sær nógv av, at Russland nú er limur í fríhandilssamtakinum WTO. Tað er serliga fiskivinnan í Norðurnoregi, sum væntar munandi hægri inntøkur, tí tollurin á fiskavørum til Russlands fer at lækka.

Norðmenn hava verið illa sperdir av russisku myndugleikunum, tí Russland hevur havt sera strong krøv til innflutning av fiskavørum, og umberingarnar hava verið nógvar, hóast norsku myndugleikarnir hava kunnað prógvað tað øvuta.

Samráddust í 18 ár

Russland samráddist við WTO í 18 ár, men eingin væntaði, at russar fóru at fáa limaskap. So mikið hugaligari er tað fyri norsku vinnuna, at limaskapurin gjørdist veruleiki.

Í fjør útflutti norska fiskivinnan fyri 7,7 milliardir kr. til Russlands, og higartil í ár er útflutningurin av laksi vaksin meiri enn eina helvt. Russland fer at lækka tollin á laksi úr 10 niður í trý prosent, og tollurin á sild verður lækkaður úr 10 niður í fimm prosent. Tí seta norsku útflytararnir sítt álit á russiska marknaðin.

Russland innflutti fiskavørur fyri 625 millónir evrur í 2010.