- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelstovnurin framvegis væl fyri

Hóast strandalondini í fleiri ár hava fiskað meira enn tilmælini frá fiskifrøðingunum, so er makrelstovnurin í Norðuratlantshavi kortini væl fyri. Tað staðfesta nýggjastu, felags kanningarnar hjá ICES, sum Noreg, Ísland og Føroyar gjørdu við yvirlitstrolingum í summar.

Meðan tilráðingin frá ICES síðstu árini hevur verið at fiska í mesta lagi 650.000 tons av makreli, so hevur trætan millum strandalondini havt við sær, at nógv meira er fiskað, tilsamans umleið ein millión tons um árið.

Hækka ikki tilmælið

Hóast stovnurin sambært nýggjastu ICES-kanningunum ikki er minkaður av hesi ovurfisking, so fer ICES neyvan at hækka sítt tilmæli um mest loyvdu veiði, TAC, næsta ár, metir Jan Arge Jacobsen, fiskifrøðingur.

Úrslitið av felags kanningunum verður lagt fram í London fyrrapartin. Hetta eru kanningar, ið verða brúktar sum grundarlag undir endaligu stovnsmetingunum og tilráðingum fyri fiskiskapin næsta ár. Endaligu tilmælini verða ikki liðug fyrr enn í oktober.