- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt virki: Arbeiðsloysið nógv minkað

Nógva arbeiðið á uppsjóvarvirkinum Varðin Pelagic á Tvøroyri sæst nú aftur í arbeiðsloysistølunum fyri Suðuroynna. Síðan 1. juni hava nógv fingið . Tað upplýsir Ernst Jacobsen, stjóri á ALS, fyri Suðuroyarportalinum.

1. juni vóru fólk 191 arbeiðsleys, 1. juli var tað lækkað niður i 166. Og í dag, 22. august, eru 126 fólk arbeiðsleys skrásett í Suðuroynni.

- Hetta er eitt óvanliga stórt fall upp á so stutta tíð, sigur Ernst Jacobsen við Suðuroyarportalin. Hann ivast onga løtu í, at orsøkin er uppsjóvarvirkið á Tvøroyri.

Størri kommunuskattur

Portalurin skrivar, at allar kommunur í Suðuroynni hava havt størri skattainntøku í ár, og serliga stórur munur var í juli. Hóast arbeiðið á uppsjóvarvirkinum ikki rættiliga byrjaði fyrr í august, var nógv virksemi, tá virkið varð riggað til, og nakað av fiski varð eisini virkað í juli, skrivar Portalurin.