- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv minni makrelur fiskaður

Lítið er at fáa av makreli. Sunnudagin á midnátt vóru fráboðað 46.722 tons, upplýsir Fiskiveiðueftirlitið. Hetta er nógv minni enn sama dagin í fjør, tá 85.125 tons vóru fiskað. Á Fiskiveiðueftirlitinum vita tey ikki aðra orsøk enn, at minni er at fáa í ár. Og færri skip fiska makrel enn í fjør.

Hjáveiðan av sild er ikki nakar trupulleiki longur. Síðani makreltíðin byrjaði eru fiskað 15.000 tons av sild. Kvotan hjá føroyingum er 134.075 tons í ár. Og harafturat eru 6.075 tons, sum lupu av í fjør. Yvir 90.000 tons eru tí eftir at fiska í ár. Í fjør var seinasti dagur, teir fiskaðu makrel, 23.september.

Skipini, sum royna eftir makreli, eru vestanfyri móti íslendska markinum. Russarar, sum eisini fiska makrel í føroyskum sjógvi, hava fiskað 10.000 tons. Kvotan hjá teimum 12.500 tons.