- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flakatrolarar fingið MSC-góðkenning

Toska- og hýsufiskiskapurin hjá flakatrolarunum Gadusi og Vesturvón hava nú fingið MSC-góðkenning.

At fiskiskapurin hjá hesum báðum trolarunum hevur fingið góðkenning frá Marine Stewardship Council, ber í sær, at vørurnar kunnu merkjast við sermerkta bláa búmerkinum hjá MSC, og hetta er eitt virðismikið amboð í marknaðarføringini av vøruni, serliga í ES-londunum.

Í tíðindaskrivi frá MSC verður upplýst, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskur fiskiskapur eftir botnfiski hevur fingið MSC-góðkenning.

Norsk Veritas hevur gjørt góðkenningina av umsóknini, sum JFK hevur gjørt vegna Gadus og Vesturvón. Kannað varð, hvussu toska- og hýsustovnurin eur fyri, og hvørja ávirkan fiskiskapurin hevur á vistfrøðina í økinum.

Norsk Veritas kundi staðfesta, at toska- og hýsustovnurin í Barentshavinum er í góðum standi, og at veiðutrýstið er hóskiligt.