- Tíðindi, mentan og ítróttur
Athena og Poseidon fáa helst makrel

Leisturin fyri makrelbýtið er lagdur, og tey 134.000 tonsini eru býtt millum skipabólkarnar.

Politiski boðskapurin hjá landsstýrinum hevur verið, at øll skulu hava part í makrelinum hesaferð. Og landsstýrið er farið so langt, at Fiskimálaráðið hevur gjørt ein heilt nýggjan skipabólk, sum eisini skal hava rætt til sín part av makrelinum í summar. Talan er um skipabólkin, ið hevur fingið heitið "verksmiðjuskip".

Hesin bólkur er umrøddur í "uppskotinum til kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2012". Í grein 3, stykki 5 í kunngerðini er bólkurin lýstur sum trolarar, ið hava veiðiloyvi til fiskiskap í altjóða sjógvi, og trolarar, hvørs fiskirættindi eru avmarkað til fiskiskap í altjóða sjógvi.

Hesin bólkur, "skip, hvørs fiskirættindi eru avmarkað til fiskiskap í altjóða sjógvi", skal sambært kunngerðini hava rætt til at fiska 6.000 tons av føroysku makrelkvotuni. Sambært Fiskimálaráðnum er talan um gomlu, fyrrverandi skipini hjá Thor - Athena og Poseidon - sum framvegis hava síni loyvi.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, vísir á, at spurningurin um bólkin "verksmiðjuskip" er viðgjørdur í politiska fylgibólkinum, sonevnda makrelbólkinum. Og tvinnar orsøkir eru til, at skipabólkarnir eru soleiðis, sigur hann: - Kappingaratlitið, ið skal forða fyri olympiskum fiskiskapi. Og at spjaða virkisøkið millum so nógvar skipabólkar sum tilber.

Tilsamans átta skipabólkar sleppa at fiska tilsamans 122.000 tons av makreli. Eftir eru so 12.000 tons til Havstovuna, til vinnuligar makrelroyndir og til landsstýrismannin at ráða yvir.

Sambært uppskotinum til kunngerð er freistin at søkja um loyvið at fiska makrel í summar sett til 1. juni. Sambært Rógva Reinert, aðalstjóra, fer tað at taka Fiskimálaráðnum tvær vikur at avgreiða allar makrelumsóknirnar. Tað hevur við sær, at komið er út í hálvan juni, áðrenn skipini vita, um tey sleppa at fiska makrel og hvussu nógv tey fáa.