- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ræðist ikki handilstiltøk úr ES

Føroyska makrelkvotan verður at kalla tann sama í ár sum í fjør.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ásetti kvotuna í gjárkvøldið, eftir at hava kunnað landsstýrið um avgerðina.

Kvotan í ár verður 148.375 tons. Hon var 150.000 tons í fjør. Kvotan er minni í ár, tí fiskifrøðingar mæla til, at mesta loyvda veiðan í ár verður 1,08 prosent minni enn í fjør. Tí er føroyska kvotan eisini 1,08 prosent minni.

Ísland minkaði eisini sína kvotu, men enn er ikki greitt, um hini strandarlondini fara at gera tað sama.

Landsstýrið hevur enn ikki gjørt av, hvussu heildarkvotan skal býtast og eftir hvørjari skipan.

Í gjár var lynsjstemningur móti Føroyum, tá Fiskivinnunevndin hjá ES-tinginum viðgjørdi handilstiltøkini móti Føroyum.

Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, ristir ikki í brókunum av ætlaðu átøkunum frá ES.

Hann sigur, at føroyingar hava kravt sín part av makrelkvotuni, tí føroyingar hava eins góðan rætt at fiska makrel og ES og Noreg hava.

- At bara norðmenn og ES-lond fiska burðardygt er langt úti, tí øll, sum fylgja við, vita, hvussu ES - og serliga skotar - hava borið seg í makrelfiskiskapinum. Teir skuldu heldur hugt at sær sjálvum, enn at finnast at føroyingum, sigur Jacob Vestergaard við útvarpið.