- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost: Avlopið vaks 63 mió. kr. í fjør

Bakkafrost hevði 63 milliónir krónur meira í avlopi í fjør enn í 2010.

Bakkafrost kunngjørdi roknskapin fyri 2011 í morgun. Úrslitið er 323 mió. kr. eftir skatt, tað var 260 milliónir í 2010.

Eginpeningurin fór beint upp um milliardina, og solvensurin er 46 prosent.

Nevndin í Bakkafrosti fer at skjóta upp á aðalfundinum at lata vinningsbýti, eina krónu fyri hvørt partabrævið. Tað gevur 48,9 mió. kr. í vinningsbýti til teirra, sum eiga felagið.

Virksemið vaks nógv í fjør, tí Bakkafrost keypti Havsbrún og dótturfeløgini hjá Havsbrún. Fóðursølan vaks 43 prosent í fjør. Bakkafrost fekk fimm aliloyvi afturat. Felagið kundi tí lata upp eina nýggja deild, sum ger lidnar vørur. Okkurt um 30 fólk arbeiða á hesi deildini, sum er í Fuglafirði.

Í 2011 vann Bakkafrost serliga pening við at selja feskan laks fyrra hálvárið og lidnar vørur seinna partin av árinum. Lidnar vørur verða seldar fyri prísir, sum eru avtalaðir fyri langa tíð í senn. Og hesir prísir vóru góðir seinna hálvárið, upplýsir Bakkafrost.

Í fjør gjørdi Bakkafrost-samtakið íløgur fyri 120 milliónir krónur. Í ár verða íløgurnar væntandi 115 milliónir krónur.

Útlitini fyri 2012 eru góð, sigur Bakkafrost. Tøkan verður væntandi okkurt um 50.000 tons av kruvdum laksi. Ein partur er longu seldur sum lidnar vørur. Bakkafrost hevur 19 aliøki á 18 firðum og eigur 57% av aliloyvunum í Føroyum.

550 fólk arbeiða hjá Bakkafrosti.