- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útróðrarmenn vilja eisini sleppa at fiska makrel
Fyrsta dagin fær Fiskimálaráðið umsókn frá manningunum á 200 útróðrarbátum í øllum landinum um at fáa makrelkvotu, skrivar Norðlýsið.

Blaðið skrivar, at umleið 1000 mans manna teir 200 útróðrarbátarnar, sum eru í bólki 4, 5A og 5B.

Útróðrarmenninir duga ikki at síggja nakra grundgeving fyri, at útróðrarflotin ikki skal hava møguleika at fiska makrel. Í umsóknini til Fiskimálaráðið verður víst á, at útróðurin er nógv skerdur, og seinast vórðu fiskidagarnir skornir 20 prosent.

Norðlýsið skrivar, at útróðrarmenninir fara ikki hvør í sínum lagi at gera íløgur í útgerð, men ætlanin er at stovna eitt felag, sum skal leiga nótaskip.

Spurningurin, um útróðrarmenn eisini sleppa upp í part í makrelveiðuni, varð reistur á almennum fundi í Klaksvík í síðstu viku. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum var millum teirra, ið sótu við pallborðið, segði, at kemur ein umsókn, verður hon viðgjørd við vælvild, skrivar Norðlýsið.