- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leita eftir skipi fyri Vesturvón

Vesturvón hevur skjótt tænt fyri seg, og er nú sett á sølulista.

Anfinn Olsen, reiðari váttar fyri útvarpinum, at hann nú arbeiðir við at finna eitt nýtt skip at fiska við loyvinum hjá flakatrolaranum Vesturvón.

- Vesturvón er nú 25 ára gomul, og tí er tíðin komin til at vit umhugsa, hvat vit ætla við skipinum. Tí hava vit sett hana á sølulista, sigur Anfinn Olsen.

Reiðarin sigur, at leitað verður eftir einum nýggjari skipi at avloysa Vesturvón, men hann vísir ikki aftur møguleikanum fyri at byggja nýtt skip.

Vesturvón hevur staðið á sølulista í tríggjar vikur, og onkur fyrispurningur hevur verið frá útlendingum um skipið, men tað kann vera langt frá einum fyrispurningi til veruligan áhuga, staðfestir Anfinn Olsen.

Vesturvón er í løtuni á veg í Barentshavið til fiskiskap. Hon fór úr Føroyum leygardagin eftir at hava landað 800 tons av flaki í Fuglafirði.

Mynd: Sandoyarportalurin