Útflutningurin setti met í fjør

Útflutningurin setti met í fjør
Stórur vøkstur er í útflutninginum av uppsjóvarfiski og aldum fiski, men minni verður útflutt av botnfiski

22.02.2012 - 11:23

Ongantíð áður hevur føroyski útflutningurin verið so stórur sum í fjør.

Vit útfluttu fyri útvið 5,4 milliardir krónur. Tað eru góðar 700 milliónir krónur meiri enn árið fyri, og vøksturin er 16 prosent í virði, sigur Hagstovan.

Hóast skipaútflutningurin fyllir nógv, er framvegis talan um metútflutning, tá skip ikki eru íroknað. Tá skip ikki verða tald við, varð útflutt fyri umleið 322 milliónir krónur meiri enn í 2010.

Hóast útflutningsvirðið er vaksið, er minni útflutt í nøgd. Fiskaútflutningurin er fýra prosent minni enn árið fyri. Hetta kemst av, at tað eru bara bólkarnir alifiskur og uppsjóvarfiskur, sum vaksa í nøgd. Allir hinir bólkarnir minka, serliga botnfiskurin og fiskaúrdráttir, sum t.d. fiskamjøl.

Størsta vøksturin í útflutningsvirði hevur uppsjóvarfiskurin. Í 2011 útfluttu vit fyri meira enn 1,1 milliard krónur, og tað eru góðar 400 milliónir krónur meiri enn árið fyri. Serliga er tað makrelurin, sum gevur henda stóra vøkstur, skrivar Hagstovan.

Alivinnan hevur útflutt munandi meiri av aldum fiski seinastu árini, og í fjør var vøksturin yvir 200 milliónir krónur samanborið við árið fyri. Í virði er vøksturin 15 prosen og í nøgd 29 prosent.

Útflutningurin av alifiski er nú oman fyri hálva aðru milliard krónur.

Meðan stórur vøkstur er í útflutningi av uppsjóvarfiski og alifiski, er afturgongd í serliga tveimum bólkum.

Útflutningurin av botnfiski er minkaður 200 milliónir krónur. Størsta afturgongdin er í upsanum. Í nøgd minkaði útflutningurin av botnfiski meiri enn 18.000 tons í fjør.

Í bólkinum “fiskaúrdráttir” er størsta minkingin í fiskamjøli. Orsøkin er vøksturin í alivinnuni, soleiðis at fóðrið, ið verður framleitt í Føroyum,verður brúkt í heimligu alivinnuni heldur enn at tað verður flutt av landinum.

Mynd: Tað eru serliga uppsjóvarfiskurin og aldi fiskurin, sum ger mun í útflutningstølunum fyri 2011.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321